Hon verður nýggi 007-agenturin

Hon verður nýggi 007-agenturin
Bretskir fjølmiðlar skriva í dag, at bretski sjónleikarin Lashana Lynch verður nýggi 007-agentur, tá James Bond verður pensjóneraður
 
15.07.2019 - 17:32

Blaðið Daily Mail hevur havt samrøðu við eina loyniliga keldu, sum veit at siga, at Captain Marvel-stjørnan, Lashana Lynch, tekur við eftir James Bond í nýggja filminum, Bond 25, sum í løtuni verður innspældur.

Lashana Lynch fer ikki at verða nýggi James Bond, men hon tekur yvir loyninavnið 007. 

Síðani Daniel Craig, sum er núverandi James Bond, boðaði frá, at hann ikki heldur fram í leiklutinum sum 007-agentur, hava gitingar verið um, hvør fór at verða eftirmaður hansara.

Fleiri hava lagt fram ynski um at ein kvinna kom í leiklutin.

Tað sigst verða Phoebe Waller-Bridge, ið skrivar handritið til nýggja James Bond-filmin, sum hevur tikið avgerð um at lata eina kvinnu spæla leiklutin sum 007-agenturin, skrivar svenska YLE.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109