- Tíðindi, mentan og ítróttur
Drúgvar royndir í nýggjum partafelagi
Drúgvar royndir í nýggjum partafelagi
Tað eru menn, sum hava royndir í flutningsvinnuni, ið hava stovnað felagið Landleiðina, sum hevur fingið ein part av Bygdaleiðum

Bygdaleiðir í Sandoynni og í Suðuroynni verða bodnar út aftur.
15.07.2019 - 12:01
Tað eru menn, sum hava royndir í flutningsvinnuni, ið hava stovnað felagið Landleiðina, sum hevur fingið ein part av Bygdaleiðum.
Í síðstu viku varð smápartafelagið Landleiðin stovnað.
Smápartafelagið HZ Bussar í Streymnesi, Eyðbjørn Johansen í Havn og Jón Thomasen í Kvívík stovnaðu felagið.
Tað hevur heimstað á Hjalla í Hoyvík.
Heðin Zachariasen í Streymnesi er nevndarformaður í Landleiðini og hinir í nevndini eru Eybjørn Johansen og Rodmundur Andreasen í Vestmanna.
Jón Thomasen er stjóri í felagnum.
Tey trý feløgini, sum í síðstu viku fingu sjey ára sáttmálar um Bygdaleiðir, skulu tó ikki koyra í Sandoynni og Suðuroynni.
Koyringin har verður boðin útaftur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV