- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dagstovnar kunnu gamaní hava ráðleggingardagar

Klagarin metti, at foreldur hava rættarkrav um ansing allar gerandisdagar, eisini tá ráðleggingardagur er.
Men sambært § 3, stk. 2 hava dagstovnar opið gerandisdagar í dagtímunum, men lógin ásetur ikki, at dagstovnar skulu hava opið hvønn gerandisdag.
Lógin hevur heldur onga allýsing av, hvat ein gerandisdagur er, og um ávísir dagar, sum til dømis jólaaftan og ólavsøkuaftan, ikki eru at meta sum gerandisdagar.
Landsstýrismaðurin hevur heimildina
Umboðsmaðurin metti tí, at lógin ikki áleggur kommununum skyldu at hava ansingarpláss til taks allar gerandisdagar í árinum, sum til dømis í sambandi við ráðleggingardagar.
Umboðsmaðurin vísti á, at bæði í § 3, stk. 3 í dagstovnalógini og í § 3 í kunngerð nr. 62 frá 1. apríl 1993 um dagstovnar, dagrøkt og døgnstovnar fyri børn og ung, er tað landsstýrismaðurin, sum hevur heimild til ávikavist at áseta reglur og at góðkenna viðtøkur um virksemið á dagstovnum, millum annað nær hesir hava opið.
Av tí at eingin kunngerð er gjørd hesum viðvíkjandi, mælir umboðsmaðurin Mentamálaráðnum til at fáa greiðu á hesum viðurskiftum.