- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stórur eftirspurningur eftir grundstykkjum
Stórur eftirspurningur eftir grundstykkjum
Nes kommuna hevur keypt lendi til nýggjar útstykkingar í kommununi

14.07.2019 - 16:49
Áhugin fyri at seta búgv í Nes kommunu er so stórur, at kommunan nú hevur keypt jørð, ið skal stykkjast út til 20 nýggj grundstykki í kommununi.
Tað skrivar kommunan í ársroknskapinum fyri 2018. Arbeiðið, at stykkja út tey nýggj grundstykkini, byrjar í heyst, og verður eftir ætlanini liðugt á vári í 2020.
Áhugin fyri grundstykkjum í Nes kommunu var í fleiri ár annars lítil fyri ikki at siga eingin. Tey seinnu árini er vend komin í, og eftirspurningurin eftir grundstykkjum er øktur, sigur kommunan.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV