- Tíðindi, mentan og ítróttur
Partafelag ikki aktuelt nú

Tað er ov tíðliga at stovna partafelag at fyrireika Suðuroyartunnilin longu nú, sigur Landsverk.
Verkætlanin er als ikki búgvin til tess, og Landsverk mælir til fyrst at kanna gjøllari fíggingarleist, avleiðingar fyri samfelagið, jarðfrøði og trygd.
Eitt partafelag nú fer at gera, at fyrireikingin verður uttan fyri serfrøðina í landinum, uttan fyri Landsverk.
Tá fyrireikingararbeiðið er liðugt, og støða tikin til, um tunnil skal gerast og hvar, er málið búgvið til at stovna partafelag sum byggir og rekur suðuroyartunnilin, sigur Landsverk, sum hevur almannakunngjørt sínar viðmerkingur um álitið um Suðuroyartunnilin.
Heðin Mortensen, landsstýrismaður, segði annars í februar, at hann vil hava almenna partafelagið stovnað alt fyri eitt.
Skarvanes ikki í lagi
Av trygdarávum og fyri skúgvoyingar og føroyingar sum heild, eigur Suðuroyartunnilin at koma upp í Skúgvoy, so talan verður um tveir styttri tunlar í staðin fyri ein langan.
Landsverk sigur eisini, at tað er ógvuliga óskynsamt at lata tunnilin koma upp við Skarvanes í staðin fyri norðanvert Sandsbygd.
Tað kostar bara 100 milliónir meira og ikki 400 milliónir, sum arbeiðsbólkurin sigur. Talan er um trý prosent, sigur Landsverk.
Landsverk mælir staðiliga frá at gera, sum arbeiðsbólkurin mælir til. Arbeiðsbólkurin mælir til at gera tunnilin millum Sandvík og Skarvanes.