Næstan onnur hvør skattakróna úr Suðurstreymoy

Næstan onnur hvør skattakróna úr Suðurstreymoy
Næstan helvtin av inntøkuskattinum, sum fór í landskassan í 2016 og 2017, varð rindaður í Suðurstreymoy. Haðani komu 41 prosent av landsskattinum
Landið fekk eina milliard og 738 milliónir krónur í inntøkuskatti í 2016 og eina milliard og 824 milliónir krónur í 2017.
 
09.07.2019 - 12:24

Næstan helvtin av inntøkuskattinum, sum fór í landskassan í 2016 og 2017, varð rindaður í Suðurstreymoy. Haðani komu 41 prosent av landsskattinum.

Tølini fyri 2018 eru ikki tøk enn.

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, hevur svarað fyrispurningi frá Bill Justinussen, løgtingsmanni, um skatt og íløgur.

Eysturoyggin er nummar tvey. Haðani komu 29 prosent av landsskattinum í 2016 og 2017.

Síðani koma Norðoyggjar við 12 prosentum, Norðurstreymoy og Suðuroyggin við seks prosentum hvør, Vágar við fimm og eitt prosent av innntøkuskattinum, sum landskassin fekk í 2016 og í 2017, kom úr Sandoynni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948