- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ósemja um hallir í Finsen
Ósemja um hallir í Finsen
Býráðið í Havn er ósamt um, hvussu hallirnar í Kommunuskúlanum, sum nú er Finsen, skulu brúkast

Býráðið er ikki samt um hallirnar í Finsen.
08.07.2019 - 12:40
Býráðið í Havn er ósamt um, hvussu hallirnar í Kommunuskúlanum, sum nú er Finsen, skulu brúkast.
Meirilutin hevur samtykt at brúka 3,7 milliónir krónur til listaverkstøð á ovaru hæddini og til virknishøll fyri skúla, frítíðarskúla og fólk yvirhøvur á niðaru hæddini.
Minnilutin vil brúka báðar hæddirnar til innandura spælipláss.
Arbeiðið at gera hallirnar varð boðið út undirhonds til tvey smápartafeløg, ÁTS og JJ Byggitænastuna.
Býráðið hevur samtykt at gera sáttmála við smápartafelagið ÁTS.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV