- Tíðindi, mentan og ítróttur
Formaðurin í Føroyanevnd ikki valdur í Føroyum

Thomas Danielsen í flokkinum Venstre er nú formaður í Føroyanevndini hjá fólkatinginum, og Sjúrður Skaale er næstformaður.
Thomas Danielsen er hálvur føroyingur, hann er føroyskur í móðurætt.
Grønlandsnevndini eru tær báðar grønlendsku fólkatingskvinnurnar í formansskapinum.
Aki-Mathilda Høegh-Dam er forkvinna og Aaja Chemnitz Larsen er næst-forkvinna í Grønlandsnevndini.
Sjúrður Skaale er eisini í Rættarnevndini og í Uttanríksmálanevndini hjá fólkatinginum.
Og hann er eykalimur í Uttanríkispolitisku nevndini og í Norðurlandaráðnum.
Edmund Joensen er limur í Føroyanevndini og í Uttanríkispolitisku nevndini, nú nevndirnar í fólkatinginum eru mannaðar eftir valið fyri einum mánaða síðani.