U17 landsliðið: Í dag byrjar miðumfarið

U17 landsliðið: Í dag byrjar miðumfarið
Føroyar spæla ímóti Hvítarusslandi og Ungarn í dag
 
04.07.2019 - 08:50

Føroyska U17 landsliðið í hondbólti hevur higartil klárað seg sera væl í European Open, sum verður spæld í Gøteborg í Svøríki.

Í gjár tryggjaðu Føroyar sær fyrsta plássið í bólki C. Hvíldin hevur tó verið avmarkað, tí longu í morgun skulu føroysku spælararnir aftur á vøllin.

Føroyar eru í miðumfarinum í bólki B saman við Hvítarusslandi, Ungarn og Spania. Tveir dystir eru á skránni í dag.

Klokkan 09.30 spæla Føroyar og Hvítarussland og klokkan 14.45 spæla Føroyar og Ungarn.

Í hinum bólkinum í miðumfarinum, bólki A, eru Ísland, Svøríki, Kekkia og Italia.

Bólkavinnararnir koma í finaluna í European Open.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947