Eingin Koltursleið í ár

Eingin Koltursleið í ár
Strandfaraskip landsins fara ikki at hava nakra Koltursleið í summar. Eingir pengar eru í ár
Spógvin, fyrr Alpha Pilot, bleiv strandfaraskip í apríl.
 
04.07.2019 - 12:39

Strandfaraskip landsins fara ikki at hava nakra Koltursleið í summar.

Pengar eru ikki til hennara í ár, sigur Hilmar Eliassen, stjóri á Strandferðsluni.

Ætlanin var annars, at Spógvin skuldi sigla eftir ferðaætlan av Gomlu rætt til Kolturs í summar.

Søkt var eftir trimum fólkum til Spógvan, men eykajáttanin fekst ikki.

Tí varð eingin settur.

Eingir pengar eru tí í ár til Koltursleiðina.

Til ber tó at leiga Spógvan at sigla til Kolturs fyri tímaprís.

Spógvin hevur verið í Koltri, og hann fær lagt at har.

Kostaði meira 

Alpha Pilot kostar Strandfaraskipum landsins meira enn tær 400.000, sum báturin kostaði at keypa.

270.000 kr. vórðu brúktar til at rigga Alpha Pilot, sum nú eitur Spógvin, til.

Hann skuldi málast, siglingartólini blivu dagførd, og nýggj landgongd varð gjørd.

Eins og á Súluni, sum nú er seld fyri 200.000 kr., hevur Spógvin síðani 1.apríl bara brúkt manning, sum longu er í umfari hjá Strandfaraskipum landsins. Eingin serstøk setan hevur verið til Spógvan. 

Hetta kostar Strandferðsluni okkurt um 40.000 kr. um mánaðin, sigur Heðin Mortensen.

Jósup

Jósup, sum sigldi á Hestleiðini í fyrsta ársfjórðingi í ár, kostaði 240.000 kr. 

Hetta var fyri tað mesta løn til skipara frá Sp/f Mykinesi, sum eigur Jósup.

Heðin Mortensen, landsstýrismaður, hevur svarað Bill Justinussen, løgtingsmanni, sum spurdi um Hestleiðina og um Strandferðsluna yvirhøvur.

Landsstýrismaðurin nevnir nógvar fyrimunir við Spógvanum.

Keyptir viðlíkahaldstímar úr landi til Teistan eru færri, og viðlíkahaldsarbeiði um náttina er fyri ein stóran part burtur, tí Teistin siglir færri túrar í Hest. 

Eisini eru 10.000 kr. spardar um vikuna í olju, sigur Heðin Mortensen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151