Verri enn so allar ársfrásagnir rættar

Verri enn so allar ársfrásagnir rættar
Meira enn onnur hvør ársfrásøgn frá smápartafeløgum og partafeløgum er ikki nóg góð
Ofta tróta upplýsingar í ársfrásagnum.
 
30.06.2019 - 15:51

Meira enn onnur hvør ársfrásøgn frá smápartafeløgum og partafeløgum er ikki nóg góð.

Skráseting Føroyar hevur gjørt stakroyndir, sum siga tað.

Í 2018 fekk Skrásetingin 2.979 ársfrásagnir, 1.434 teirra vórðu gjørdar uttan grannskoðara.

106 stakroyndir eru gjørdar.

Í 59 prosentum av teimum frásagnunum, sum grannskoðarar høvdu skrivað undir, fann Skrásetingin villur. 

Har eingin grannskoðaraátekning var við, var støðan verri. Har vísti roknskapareftirlitið villur í 70 prosentum. 

Nogv tær flestu villurnar ella manglarnir vóru í bólkinum, sum eitur "feilir og manglar, sum viðvíkja kravdum upplýsingum og notum."

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948