- Tíðindi, mentan og ítróttur
Keypa framvegis bilar sum ongantíð fyrr
Keypa framvegis bilar sum ongantíð fyrr
Tøl hjá Akstovuni vísa, at í juni í ár blivu skrásettir 289 nýggir bilar í Føroyum, 33 fleiri enn í juni í fjør

Føroyingar keyptu 289 nýggjar bilar í juni. Í juni vórðu innfluttir 28 brúktir bilar.
30.06.2019 - 15:43
Føroyingar halda fram at keypa bilar sum ongantíð fyrr.
Tøl hjá Akstovuni vísa, at í juni í ár blivu skrásettir 289 nýggir bilar í Føroyum, 33 fleiri enn í juni í fjør.
Frá januar til juni í ár eru bilarnir 1744. Teir vóru 1569 fyrra hálvárið í fjør. Vøksturin er 11,15 prosent.
Serliga er talan um persónbilar. Teir eru 118 fleiri í ár enn í fjør.
Men føroyingar innflyta ikki so nógvar brúktar bilar longur.
Teir eru 20 færri í ár, minkingin er 13,6 prosent.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV