- Tíðindi, mentan og ítróttur
Luftin í erva neyvan føroysk í bræði

Samráðingar skulu vera millum Føroyar og Danmark og Ísland, sum umsitur loftrúmið nú.
Ole Birk Olesen, sum var ferðslumálaráðharri til í gjár, játtaði fyri stuttari tíð síðani at umrøða møguleikan, at Føroyar taka við avtaluni við Ísland, sum Danmark hevur Føroya vegna nú.
Føroyar kunnu nú vera á fundum hjá Joint Finance Committee, sum er fíggjarnevndin, sum býtir pengarnar, sum koma frá flogferðsluni í norðuratlantsøkinum.
Poul Michelsen sigur, at luttøkan í Joint Finance Committee gevur Føroyum betri førleika at yvirtaka økið og føroyskir myndugleikar fáa innlit í inntøkur og útreiðslur hjá flogferðsluni í økinum.
Riggar væl í Reykjavík
Fundir hava eisini verið við International Civil Aviation Organization, ICAO, um at skipa eitt nýtt føroyskt loftrúm. Føroyska loftrúmið verður umsitið í Reykjavik, og ICAO sigur, at tað riggar sera væl.
Tí skulu vera serliga góðar orsøkir til at broyta hetta, sigur ICAO. Og skal broyting gerast, krevur hon fulla semju í ICAO. Eisini er sama trygdarstøði ein treyt og, at raksturin ikki verður dýrari.
Samanumtikið er støðan hjá ICAO í løtuni tann, at ein føroyskur FIR, sum loftrúmsumsitingin kallast, verður ikki stovnaður.
Men, svarar Poul Michelsen eisini, 1. januar 2020, verður niðara loftrúmið, tað eru flogfør, sum koma til Føroya og fara úr Føroyum, umsitið á fløgvøllinum í Vágum burturav.