- Tíðindi, mentan og ítróttur
Meira at frætta um menningarkvotur í morgin

Tað hevur drigið út við at útskriva menningarkvoturnar. Freistin at søkja fór 28. februar og tilmælið frá metingarnevndini var handað fyri tveimum mánaðum síðani.
Hóast Høgni Hoydal fyrr hevur sagt, at tað skuldi ganga skjótt at útskriva kvoturnar, so er tað framvegis ikki gjørt.
Í dag verður sagt, at nærri kunning um menningarkvoturnar kemur í morgin.
Høgni Hoydal vil ikki siga annað í dag, enn at hann harmast um at málið hevur tikið so langa tíð at avgreiða, men hann vil ikki komað nærri inn á orsøkirnar. Heldur ikki vil hann siga hvørt umsøkjarar fáa svar í morgin.
Tað vóðru góð 12 túsund tons av svartkjafti, 3000 tons av makreli og 4700 tons av norðhavssild at søkja um í ár.
37 umsøkjarar vórðu.