- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kvinna tekur við eftir kvinnu í Hvannasundi

Tann 1. august tekur Ingrid Petersen við starvinum, eftir at Irdi Jacobsen hevur biðið bygdaráðið um at verða loyst úr starvinum.
Hon verður tó sitandi í bygdaráðnum. Irdi Jacobsen er í farloyvi úr starvi sínum sum lærari í Miðnámi á Kambsdali.
Tí síðani 1. januar í fjør hevur borgarstjórastarvið í Hvannasundi verið eitt starv burturav. Nú hevur Irdi Jacobsen fingið annað starv, sum hon tekur fram um borgarstjórastarvið.
Irdi Jacobsen verður fíggjarleiðari hjá Faroe Origin. Hon hevur eisini boðað Miðflokkinum frá, at hon ikki stillar upp til løgtingsvalið kortini.
Nýggi borgarstjórin
Ingrid Petersen er 46 ára gomul, og hon býr í Norðdepli. Hon er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur master í útbúgving og læring.
Ingrid Petersen var nummar fýra á B-listanum í Hvannasunds kommunu á kommunuvalinum í 2016. Hon fekk 18 atkvøður.
Irdi Jacobsen var eisini á lista B. Hon fekk nógv flestar atkvøður á kommunuvalinum í 2016, 67 atkvøður. Ingrid Petersen verður borgarstjóri tað, sum eftir er av valskeiðinum. Tað endar á nýggjárinum næsta ár.