Arbeiðið tikið uppaftur

Arbeiðið tikið uppaftur
Loysn er funnin á, hvar nakað av eyrinum frá útgrevstrinum, nú nýggj rennibreyt verður gjørd í Klaksvík, kann gagnnýtast
 
25.06.2019 - 08:35

Arbeiðið, at gera rennibreyt í Klaksvík, er tikið uppaftur, nú loysn er funnin á, hvar nakað av eyrinum frá útgrevstrinum kann gagnnýtast

Nakað av eyrinum verður koyrdur norð á Grønhøvda, har nýggja endurnýtslan skal halda til. Økið rundan um Grønhøvda verður harumframt hækkað við umleið tveimum metrum og samstundis fríðkað.

Endurnýtsluplássið endurskipast

Verandi endurnýtslupláss á Bumshamri skal tí endurskipast soleiðis, at stóra sárið í fjallinum verður fylt upp, so økið aftur kann gerast vakurt, skrivar Klaksvíkar kommuna. Avgrevsturin hevur verið koyrdur í grótbrotið á Bumshamri, men har varð farið at fyllast.

Ruskmóttøkan er eisini í hesum grótbrotinum, og um meira avgrevstur skal fyllast í grótbrotið, er neyðugt at flyta ruskmóttøkuna, og hon verður flutt til Grønhøvda.

Spakin varð settur í fyri rennibreytini tíðliga í oktober í fjør, men arbeiðið hevur ligið stilt í átta mánaðir, tí tað slapst ikki av við avgrevsturin. Kostnaðarætlanin fyri at gera nýggju rennibreytina í Klaksvík, er umleið 36 milliónir krónur, sambært kommununi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta Í Norðskála kirkju
188169
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151