Stjórarnir fyri sjúkrahúsini settir

Stjórarnir fyri sjúkrahúsini settir
Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum hevur sett stjórar á teimum trimum sjúkrahúsunum
 
21.06.2019 - 14:51

Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum, Sirið Stenberg, hevur gjørt av at seta Steinar Eirikstoft í starv sum forstjóra fyri Sjúkrahúsverkið og sum nýggjan sjúkrahússtjóra á Landssjúkrahúsinum, Alexandru á Dul sum stjóra fyri sjúkrahúsverkið og sjúkrahússtjóra á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Hans Paula Henryson sum stjóra fyri sjúkrahúsverkið og sjúkrahússtjóra á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Tað boðar Landssjúkrahúsið frá á heimasíðu sínari. 

Landssjúkrahúsið

Steinar Eirikstoft er 37 ára gamal, útbúgvin sivilverkfrøðingur Steinar hevur hollar royndir innan heilivágsídnaðin, harav átta ár innan leiðslu bæði frá Novo Nordisk og frá Xellia Pharmaceuticals.

Har hevur hann starvast sum leiðari og stjóri síðani november 2014. Steinar Eirikstoft tekur við starvinum 1. september 2019.

Klaksvík

Alexandra á Dul er 38 ára gomul, útbúgvin bachelor í heimspeki og búskapi og cand. merc. í Human resource management og búskapi frá Copenhagen Business School.

Alexandra hevur starvast í seks ár hjá heilivágsfyritøkuni Biofac. Seinasta árið hevur Alexandra starvast sum ráðgevi í leiðslu og organisatión í Tórshavnar kommunu. Alexandra á Dul byrjar 1. august 2019.

Suðuroy

Suðuroyar sjúkrahús fær ein skipara á brúnni. Hans Pauli Henryson er 56 ára gamal, útbúgvin skipsførari á Føroya Sjómansskúla.

Hans Pauli hevur drúgvar leiðsluroyndir frá privata arbeiðsmarknaðinum. Hann hevur útvið 20 ára royndir hjá A.P. Møller-Mærsk, har hann sigldi sum skipari í altjóða sigling í 10 ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949