- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri grundstykki í Tórshavnar kommunu

Annað byggistig á Klingrutjørn á Argjum verður liðugt um fjúrtan dagar, tá 45 nýggj grundøki verða byggiklár. Næsta stig at gera grundøki til sethús á Miðhorni, sum er økið niðanfyri Norðasta Horn.
Økið er umleið 30.000 fermetrar og liggur óbygt millum býlingarnar. At byggja á økið verður við til at binda býlingarnar á Norðasta Horni og millum Horna saman, skrivar Tórshavnar kommuna.
Byggisamtyktin broytast
Kommunan fer nú at gera uppskot um, hvussu nógv grundstykki skulu gerast á økinum, og hvussu atkoma, parkering og fríøki skulu skipast.
Pláss kann verða fyri millum 30 og 40 grundstykkjum. Tað neyva talið verður greitt, tá økið er endaliga skipað.
Neyðugt verður at broyta almennu byggisamtyktina fyri økið, soleiðis at økið verður fevnt av ásetingunum fyri A1 øki. Helst skal serstøk byggisamtykt somuleiðis gerast fyri økið, skrivar kommunan.