Fólkatingið fyrsta fundin

bannari
Fólkatingið fyrsta fundin
Nývalda Fólkatingið hevur fyrsta fundin í dag
 
20.06.2019 - 06:49

Nývalda Fólkatingið, ið varð valt á valinum 5. juni, hevur fyrsta fundin í dag. Á skrá er val av fyribils formanni og val av eini fyribils nevnd, ið skal góðkenna fólkatingsvalið.

Fundurin byrjar klokkan 11 okkara tíð. Fólkatingið hevur longu fund aftur í morgin. Tá verður formaður valdur, og eisini verður formansskapurin valdur.

Sjúrður Skaale úr Javnaðarflokkinum og Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum vórðu valdir í Fólkatingið fyri Føroyar á fólkatingsvalinum 5. juni.

Enn er ongin stjórn skipað í Danmark eftir valið. Mette Frederiksen, forkvinna í Javnaðarflokkinum, stendur á odda fyri samráðingum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017