- Tíðindi, mentan og ítróttur
Byirnir í Suðuroynni gott ár

Raksturin hjá Vágs kommunu gav 2,2 milliónir krónur í avlopi í fjør. Roknskapurin fyri 2018 varð samtyktur á býráðsfundi mánakvøldið.
Inntøkurnar vóru 65,7 milliónir krónur. Tað eru 5,4 milliónir krónur meira enn fíggjarætlanin fyri 2018 sigur.
Íløgur vórðu gjørdar fyri 7,2 milliónir krónur. Størsta einstaka íløgan í 2018 var í nýggja graslíkisvøllin á Eiðinum.
Í 2018 rindaði Vágs kommuna 2,5 milliónir krónur aftur av lánum. Við árslok var nettoskuldin hjá Vágs kommunu smáar 31,6 milliónir krónur, 69 prosent av einari álíkning.
Hall bleiv avlop
Í fíggjarætlanini fyri 2018 hjá Tvøroyrar kommunu er hallið næstan 23 milliónir krónur. Men tá avtornaði er avlop í ársroknskapinum. Avlopið er næstan níggju milliónir krónur. Munurin á fíggjarætlan og ársroknskapi er tí slakar 32 milliónir krónur.
Tað kostaði 66,8 mió. kr. at reka Tvøroyar kommunu í fjør, 2,6 milliónir minni enn roknað varð við í fíggjarætlanini. Men íløgurnar vóru 11 milliónir krónur, hóast góðar 27,8 milliónir eru í fíggjarætlanini.
Inntøkurnar hjá Tvøroyrar kommunu í fjør vóru 12,5 milliónir krónur størri enn væntað. Kommunan rindaði 3,5 milliónir krónur í avdráttum í fjør.
Nettoskuldin við árslok var komin niður á minni enn ein triðing av einari álíkning. Tá skuldin var størst, var hon góðar átta álíkningar, sigur kommunan.