- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samgongan vitað leingi, at játtanin ikki røkkur

Spara ella ikki. Tað er brennandi spurningurin. Tað var annars eingin ivi, tá ið Strandfaraskip landsins fríggjadagin stillisliga boðaði frá í einum stubba á heimasíðuni, at sparitiltøk vera sett í verk 1. juli, sum ávirka bæði oyggjaleiðir, bygdaleiðir og fyrisitingina hjá Strandferðsluni.
Fráboðanin var ein staðfesting av, at Samferðslumálaráðið og samgongan hvørki varð sinnað at hækka játtanina ella at lata Strandferðsluni eykajáttan, so Strandferðslan kundi hava sama virksemi í ár sum í fjør. Men tá ið tíðindini bórust um sparitiltøkini hjá Strandferðsluni, komu kontraboð frá Samferðslumálaráðnum. Og har stendur málið nú. Og tey sum ferðast regluliga við oyggja- ella bygdaleiðum mugu brynja seg við toli. Hilmar Eliasen, stjóri, vil í dag ikki siga, hvørji sparitiltøk verða sett í verk 1. juli. Samband er millum Strandferðsluna og Samferðslumálaráðið, men enn er ov tíðliga at siga, hvat úrslit spyrst burturúr.
4,7 milliónir
Tað er tó greitt, at møguleikarnir hjá Samferðslumálaráðnum at finna 4,7 milliónir í summarferiuni, eru avmarkaðir. Sambært Bárði Nielsen, fíggjarnevndarformanni, kemur eitt fíggjarnevndarskjal, ikki uppá tal. Fyri at játta pengar við fíggjarnevndarskjali, skal talan vera um eina brátt íkomna støðu. Tað er tað ikki. Tvørturímóti. Samferðslumálaráðið og samgongan hava vitað síðani fíggjarlógin var samtykt í fjør, at játtanin hjá strandferðsluni ikki rakk til sama virksemi sum í fjør.
Og løgtingið kemur neyvan saman aftur áðrenn ólavsøku. Heðin Mortensen hevur higartil ikki givið nakað ítøkiligt boð uppá, hvar tær 4,7 milliónirnar skulu koma frá. Løgtingsval verður í seinasta lagi í august, og tað merkir, at øll politisk lyftir nú, um hvat skal gerast í heyst, skulu takast við eitt sindur av salti. Tað mest ítøkiliga sparitiltakið hjá landsstýrismanninum higartil, er at útseta viðlíkhald av skipum og bussum