- Tíðindi, mentan og ítróttur
Óvissa um danska uppílegging

Í valstríðnum herfyri varð ferð eftir ferð sagt, at Danmark nú leggur seg út í føroyskar fiskirættindasamráðingar. Hetta varð ikki afturvíst.
Men sambært bæði Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum og Fiskimálaráðnum er einki skrivligt samskifti við danskar myndugleikar um hetta.
Møguliga ikki í samsvari við uttanríkipolitisku lógina
Men bæði ráðini halda, at kanska er frágreiðingin tann, at samrøður hava verið millum landsstýrið og donsku stjórnina á embætisstigi um uttanríkispolitisku lógina, og hvussu hon skal umsitast.
Í tí sambandi hevur Danmark víst á, at siðvenjan sum er í strandalandatingingum, har Føroyar gera avtalur við onnur lond í egnum navni, møguliga ikki er í samvari við uttanríkipolitisku lógina.
Tá verður hugsað um, at Føroyar gera eina avtalu og Grønland eina aðra, ella bæði Føroyar og Grønland, hvørt við sínari undirskrift, eru partar av somu strandarlandaavtalu um fiskiskap við onnur lond.