- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útlendskir granskarar: Drúgt at fáa arbeiðsloyvi

Tað er niðurstøðan hjá fleiri útlendskum granskarum sum fyrr í mánaðinum luttóku á pallborðsfundi, sum EURAXESS skipaði fyri.
Granskarar úr londum uttanfyri norðurlond vístu á, at skipanin við arbeiðsloyvum er ov stirvin.
Tað tekur drúgva tíð at fáa arbeiðsloyvi, og bíðitíðin er ótrygg og ørkymlandi fyri granskaran og familju hansara ella hennara.
Mugu læra føroyskt
Útlendsku granskararnir vístu eisini á, at tað er neyðugt at læra føroyskt fyri at kunna virka í samfelagnum, men undirvísingin, ið verður boðin, er alt ov avmarkað.
Sum heild er tørvur á betri kunning um praktisk viðurskifti á arbeiðsplássum, í skúlum, á dagstovnum og aðra staðni.
Granskararnir vístu á, at í Føroyum er nógv undirskilt, sum við hvørt ger tað trupult at vita, hvat ein kann ella skal.
Pallborðsfundurin, ið EURAXESS skipaði fyri, varð hildin fyri innbodnum lyklastarvsfólkum frá granskingarstovnunum, útlendskum granskarum og umboðum fyri Útlendingastovuna, Uttanríkis- og Vinnumálaráðið og Tórshavnar Kommunu.
EURAXESS er samstarv, ið skal gera tað smidligari hjá granskarum at flyta millum lond.