Abortlógin í Noregi er herd

Abortlógin í Noregi er herd
Eftir drúgt orðaskifti, samtykti í norska stórtinginum í nátt at herða abortlógina
 
14.06.2019 - 10:26

Samtyktin merkir, at kvinnur, sum eru við barn við fleirlingum, og sum vilja taka burtur nøkur av fostrunum, nú skulu fáa málið viðgjørt í nevnd fyrst. Kristiligi fólkaflokkurin legði fram uppskotið.

Sum er, hevur verið neyðugt at søkja um loyvi at fáa vanligan abort eftir viku 12 í viðgongutíðini, men ikki tá talan hevur verið um fosturreduktión. Kristiligi fólkaflokkurin mælti í uppskotinum til, at fosturreduktión skal viðgerðast á sama hátt, sum vanligir abortar. 

- Flestu fosturreduktiónir verða gjørdar eftir viku 12, og tað aleina, er nóg góð orsøk til, at tað skal viðgerðast í nevnd fyrst. Fostur-reduktión reisir fleiri etiskar spurningar, sigur Geir Jørgen Bekkevold í Kristiliga Fólkaflokkinum.

105 stórtingslimir atkvøddu fyri uppskotinum, og 64 atkvøddu ímóti.

Framsøgufólkið hjá Vinstraflokkinum, Carl-Erik Grimstad, sigur við norska TV2, at tað er medisinska fak-umhvørvið í Trondheim, sum ger fostur-reduktiónir í Noregi, sum vil hava lógarbroytingina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Jambalaja - 190425
190869
Leygardag 19. apríl
Upp á tá - 180425
190863
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835