- Tíðindi, mentan og ítróttur
KÍ til San Marino og NSÍ til Norðurírland
Lutakast hevur í dag verið um, hvussu spælast skal í innleiðandi umfarinum í Europa League í fótbólti.
KÍ og NSÍ vóru í pottinum, tá lutakastið varð avgreitt í Nyon í Sveis.
KÍ skal spæla ímóti Tre Fiori úr San Marino, meðan NSÍ skal møta Ballymena úr Norðurírlandi.
Hetta er fyrstu ferð, at eitt føroyskt felag spælir ímóti einum felagi úr San Marino í evropeiskari kapping.
Tre Fiori spældi seg víðari úr innleiðandi umfarinum í fjør, tá teir í innleiðandi umfarinum samanlagt vunnu 3-1 á Bala Town úr Wales.
Ballymena hevur ongantíð megnað at spælt seg víðari í einari evropeiskari kapping.
Triðja føroyska felagið, sum luttekur í hesi kappingini, er B36. Teir vóru ikki við í lutakastinum í dag, tí teir eru styrkismettir at fara víðari til næsta umfar í kappingini uttan at spæla í innleiðandi umfarinum.
Dystirnir verða spældir 27.juni og 4.juli.
HB umboðar Føroyar í Champions League kappingini. Lutakastið hjá teimum verður um eina viku.