- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nógv meiri farmur flogvegis
Nógv meiri farmur flogvegis
Síðani FarCargo byrjaði at flúgva við farmi fyrst í mars í fjør, er farmaflutningurin um flogvøllin í Vágum vaksin heilt nógv
14.01.2025 - 07:45
Síðani FarCargo byrjaði at flúgva við farmi fyrst í mars í fjør, er farmaflutningurin um flogvøllin í Vágum vaksin nógv.
Vøksturin er serliga í seinna hálvári.
Í januar og februar í fjør var minni farmur enn í januar og februar 2023.
Síðani hevur vøkstur verið hvønn mánað.
Tá árið var liðugt, vóru 7.237,2 tons av farmi farin úr Føroyum ella komin til Føroya.
Tonsini vóru 461,7 í 2023, 6.775,5 tons minni enn í fjør.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV