- Tíðindi, mentan og ítróttur
Týskland letur Ukraina nýggjar stríðsvognar
Týskland letur Ukraina nýggjar stríðsvognar
Týski verjumálaráðharrin er komin til Ukraina á vitjan
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix
14.01.2025 - 08:36
Týski verjumálaráðharrin, Boris Pistorius, er komin til Kyiv, har hann skal hitta ukrainsku stjórnina.
Tað skrivar týska tíðindastovan DPA.
Sum vanligt, tá ið týðandi politikarar vitja Ukraina, er vitjanin av trygdarávum ikki fráboðað frammanundan.
Pistorius læt Ukraina í gjár teir fyrstu av fleiri tíggjutals nýggjum stríðsvognum, av slagnum RCH 155, sum eru framleiddir í Týsklandi.
Stríðsvognarnir skulu vera teir fyrstu av sínum slagi, sum kunnu skjóta, meðan teir flyta seg.
- Ukraina kann hava álit á okkum, og hetta er eitt tekin um tað. Týskland er til reiðar til at taka ábyrgd í Evropa, segði Pistorius, tá ið hann læt Ukraina stríðsvognarnar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV