- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tríggjar atkvøður í Oyndarfirði verða kannaðar í Danmark
Tríggjar atkvøður frá kommunuvalinum í Oyndarfirði 12. november í fjør verða nú kannaðar í Danmark.
Politiið í Norðurøkinum sendi tær niður fyri jól og fekk váttan um móttøku 3. januar.
Poliitið í Føroyum hevur ikki tann førleika, sum skal til fyri at staðfesta, um ein atkvøða er broytt.
Men tað hevur ein deild hjá Ríkispolitinum.
Fáa svar í hesum mánaðinum
Jan Poulsen, økisleiðari í Norðurøkinum, væntar at fáa svar úr Danmark nú í januar.
Ein atkvøða hjá Jonhardi Danielsen í Oyndarfirði var gjørd ógildug í fínteljingini eftir valið.
Tá atkvøðurnar í Oyndarfirði vóru taldar valkvøldið, hevði Jonhard Danielsen 102 atkvøður, millum annað tríggjar úr Oyndarfirði.
Jóhan Vest hevði 101 atkvøðu.
Misti í fínteljingini
Men í fínteljingini misti Jonhard Danielsen eina atkvøðu, hann fekk í Oyndarfirði.
Nú stóð á jøvnum millum hann og Jóhan Vest.
Lutakast var, og tað lutakastið vann Jóhan Vest.