- Tíðindi, mentan og ítróttur
Biden: Ísrael og Hamas nærkast avtalu um vápnahvíld
Fráfarandi forsetin í USA, Joe Biden, sigur, at Ísrael og Hamas nærkast eini avtalu um at býta gíslar um og vápnahvíld í Gasa.
- Í krígnum millum Ísrael og Hamas nærkast vit einum uppskoti, sum eg legði fram í smálutum fyri fleiri mánaðum síðani, og sum nú loksins kann gerast veruleiki, segði Biden.
Samstundis segði trygdarráðgevin í USA, Jake Sullivan, at USA vil hava amerikanskar gíslar heim.
- Vit hava hugsavnað okkum um samráðingarnar fyri at tryggja, at allir amerikanskir gíslar koma heim, segði Sullivan, sambært Reuters.
Hann legði aftrat, at umsitingin hjá Biden, sum fer frá í næstu viku, samstarvar tætt við toymið hjá Trump um at fáa gíslarnar frá yvirgangsatsóknini 7. oktober í 2023 heim.
Fyrr í hesum mánaðinum sendi komandi amerikanski forsetin, Donald Trump, serliga sendimann sín, Steve Witkoff, til Miðeystur at royna semju um vápnahvíld í Gasa, áðrenn hann tekur við embætinum 20.januar.
Samráðingar um vápnahvíld í Gasa vera í Katar í dag, har seinastu knútarnir í avtaluni skulu loysast, sigur eitt embætisfólk við Reuters tíðindastovuna.