Inntøkurnar hjá Sunda kommunu í fjør settu met

Inntøkurnar hjá Sunda kommunu í fjør settu met
Inntøkurnar vóru 89,9 milliónir krónir, sæst á heimasíðuni hjá kommununi
 
10.06.2019 - 09:50

Inntøkurnar hjá Sunda kommunu í fjør settur met. Inntøkurnar vóru 89,9 milliónir krónir.  Tað sæst á heimasíðuni hjá Sunda kommunu.

Raksturin vísti eitt avlop uppá 25,6 milliónir krónur. Løgurnar vóru 26,7 milliónir krónur, og tí var samlaða úrslitið eftir løgur -1,1 millión krónur.

 

Bæði rakstur og løgur vístu eina minni nýtslu enn ætlað var í fíggjarætlanini fyri 2018. Serliga var tað skúlabyggingin, sum vísti eina minni nýtslu enn ætlað. Hetta tí at byggingin er seinkað. Skúlin verður liðugur fyrra hálvár komandi ár.

Samlaðu inntøkurnar hjá Sunda kommunu vóru 9,1 mió.kr. størri enn fíggjarætlanin vísti. Tí var samlaða úrslitið 26,3 mió.kr. betri enn fíggjarætlanin vísti.

Lániskuldin var 38,5 milliónir krónur við árslok. Nettoskuldin var 10,5 milliónir krónur, ið svarar til 14% av skuldarloftinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151