- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bjartskygd um samráðingar
Samráðingar um nýggja stjórn í Danmark halda fram.
Eindarlistin, SF, Radikala Vinstra og Sosialdemokratarnar samráðast. Hetta er triði fundur á rað millum flokkarnar, og í gjár var vælferð og fígging á skránni.
Og eftir fundin vóru bæði Mette Frederiksen, forkvinna í Sosialdemokratiska flokkinum og Morten Østergaard, formaður fyri Radikala Vinstra bjartskygd.
"Líkt er til, at vit kunnu manna ein bát, og gerast samd um, hvønn veg vit skulu fara. Og útlitini fyri at Mette Frederiksen verður forsætisráharri eru góð", segði Morten Østergaard aftaná fundin.
Mette Frederiksen var eisini bjartskygd. "Vit hava havt tríggjar góðar samráðingar, og vit eru samd um nógv. Men vit skulu eisini vísa danskarunum, at vit kunnu fíggja tað, sum vit lova", segði Mette Frederiksen. Tá tað snýr seg um fígging, eru vit framvegis ósamd um nógv, og har noyðast vit at finna eina semju, men tað sær gott út", segði hon aftaná fundin í gjár.
Eindarlistin, SF og Radikala vinstra krevja allir eitt minsta mark fyri talinum av starvsfólkum í vøggustovum og barnagarðum, at lækkingin av játtanini til útbúgvingar verður steðgað og eitt vælferðarlyft, men flokkarnir eru ósamdir um, hvussu hetta skal fíggjast.
Radikali Vinstra vil fíggja vælferðarlyftið við at fáa fleiri arbeiðsleys, flóttarfólk og tilflytarar í arbeiði, meðan Eindarlistin vil fíggja eitt nú minstamarkið fyri talið av starvsfólkum á dagstovnum við at broyta skattin.
Pernille Skipper, politiskur leiðari fyri Eindarlistan segði áðrenn samráðingarnar í gjár, at Eindarlistin ikki vil góðtaka fíggjarleistin hjá Radikala Vinstra. "Tað er týdningarmikið, at vit ikki stinga fingrarnar niður í lummarnar hjá fólkapensionistunum og teimum arbeiðsleysu", segði hon áðrenn fundin í gjár.
Samráðingarnar millum flokkarnar halda fram týsdagin, tá onnur evnir verða á fundarskránni.