Føroyaflokkurin fingið 137 undirskriftir

bannari
Føroyaflokkurin fingið 137 undirskriftir
Hjalmar Zachariassen hevur higartil fingið 137 undirskriftir av teimum 800, sum skulu til fyri at kunna stilla upp til løgtingsvalið
 
09.06.2019 - 14:18

Sjálvur skrivar Hjalmar Zachariassen á Facebook, at tá gjárdagurin var av, hevði tað eydnast honum saman við øðrum fólki at savna 137 undirskriftir.

6. juni fekk hann 23 undirskriftir.
7. juni 43 og í gjár 71.

Tað svarar til 17,1 prosent.

Hjalmar Zachariassen vil stilla upp til løgtingsvalið við Føroyaflokkinum, sum eitt nú fer at leggja dent á ein frían marknað og at fáa frælsi aftur til fólkið. Hann hevur áður roynt at stilla upp við Føroyaflokkinum, men slepti ætlanini og fór síðani upp í nýstovnaða flokkin "Framtakið fyri rættinum at velja kannabis", men fór síðani úr aftur flokkinum og ger nú enn eina roynd at stilla upp við Føroyaflokkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151