- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hesir byrjar inni ímóti Spania
Føroyski landsliðsvenjarin, Lars Olsen, hevur kunngjørt, hvørjir ellivu spælarar byrja inni í EM-undankappingardystinum ímóti Spania í kvøld.
Málverji verður Teitur Matras Gestsson.
Gill Sørensen verður á høgra bakki og Viljormur Davidsen verður á vinstra bakki.
Í miðverjuni byrja Odmar Færø og liðskiparin, Atli Gregersen.
Heini Vatnsdal byrar á verjukenda miðvøllinum og frammanfyri hann á sentrala miðvøllinum byrja Hallur Hansson og Brandur Hendriksson Olsen.
Árni Frederiksberg verður á vinstru síðu á miðvøllinum og Sølvi Vatnhamar byrjar á høgru síðu.
Einsamallur framherji verður Klæmint Andrasson Olsen.
Spania hevur ikki kunngjørt sína byrjanaruppstilling enn.
Dysturin ímillum Spania og Føroyar verður á Tórsvølli klokkan trý korter til átta.
Útvarpið og sjónvarpið senda beinleiðis.