- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kanska neyðugt við sparingum

Eingin ivi er um, at tann sparingin hevur við sær skerdar tænastur. Eldraøkið kostar, sambært fíggjarætlanini fyri Bú- og heimatænastuna, beint yvir 55 milliónir krónur í ár.
Vágs býráð viðgjørdi fíggjarætlanina herfyri og samtykti hana. Allar sjey kommunurnar í Suðuroynni skulu viðgera uppskotið um fíggjarætlan hjá Bú- og heimatænastuni fyri hálvan juni.
Royndarskipanin fyri eldraøkið í Suðuroynni, sum landsstýrið lovaði suðuroyingum fyrst í apríl, kom ikki aftur úr nevnd, áðrenn løgtingið fór í summarfrí.
>> SÍ EISINI Fund í dag um tilboðið uttan pengar og heimild
Sambært skipanini skuldi Bú- og heimatæstan fáa 3,5 milliónir krónur í ár og 4,5 milliónir krónur næsta ár fyri at átaka sær at røkja nakrar uppgávur fyri Almannaverkið.
Bú- og heimatænastan skuldi taka avgerð um at veita dagtilhald, dagtilboð, ergoterapi, fysioterapi, fyribyrgjandi venjing, mattænastu, umlætting, koyritænastu og vegleiðing til fólk, yngri enn 67 ár, sum hava varandi sjúku, seinheilaskaða ella alkoholdemens.
Bú- og heimatænastan hevur frammanundan hesi tilboð til fólk, sum eru 67 ár og eldri.