- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgfrøðiligur formaður hjá evropeiskum fótbólti
Tað var full semja í nevndini hjá evropeisku fótbóltssamgonguni UEFA, tá hon valdi Christian Andreasen, forseta í Fótbóltssambandinum, til formann í lógarnevndini hjá samgonguni.
Christian Andreasen, sum var varaformaður í nevndini, tekur við eftir danan Jesper Møller.
Legal Committee, lógarnevdin hjá UEFA, viðger allar tungar lógarspurningar, eitt nú viðtøkubroytingar.
Serliga í ES-lóggávu eru nógv ivamál og ósemjur, sum nevndin fylgir við í.
Christian Andreasen hevur verið í lógarnevndini hjá UEFA í fýra ár. Í nevndini eru 21 limir úr 21 londum.
Nevndin skal millum annað meta um løgfrøðilig viðurskifti viðvíkjandi fótbólti og geva UEFA og limalondunum ráð um tey.