Donald Trump heldur Boris Johnson vera tann besta

Donald Trump heldur Boris Johnson vera tann besta
Amerikanski forsetin sigur enskum blaði hvønn hann heldur vera besta avloysaran fyri Theresu May.
Donald Trump og Theresa May
 
02.06.2019 - 11:00

Diplomatiskar siðvenjir leggur amerikanski forsetin einki í, sum t.d. at lata vera við at gera viðmerkingar um innanhýsis politisk viðurskifti í øðrum londum - serliga tá talan er um sameind í NATO.

Donald Trump er á veg til Bretlands á almenna vitjan, og hevur undan vitjanini sagt við bretska blaðið The Sun, at parlamentslimurin Boris Johnson hevði verið ein góður formaður fyri Konservativa flokkin og forsætisráðharri í Bretlandi.

Sjálvur hevur Boris Johnson onga viðmerking gjørt til orð amerikanska forsetans, men bretsku miðlarnir eru á tremur við viðmerkingum um tað óvanliga, at amerikanski forsetin á hendan hátt leggur seg út í, hvør hann heldur eigur at avloysa Theresa May í Downing Street 10.

Fara ikki til døgurða hjá drotningini

Donald Trump er eisini jaligur, tá hann verður spurdur um Jeremy Hunt, uttanríkisráðharra, men bretska umhvørvisráðharran, Michael Gove heldur amerikanski forsetin lítið um. Orsøkin er, at Michael Gove hevur funnist at amerikanska politikkinum mótvegis Iran.

Bæði amerikanarar og bretar fáa gagn av tí trýsti, sum USA leggur á Iran, sigur Donald Trump. Donald Trump hevur tikið USA burtur úr kjarnorkuavtaluni við Iran, og amerikanskur uttanríkispolitikkur er merktur av teirri áskoðan, at Iran roynir at økja um vald sítt í Miðeystri.

Andsstøðuleiðarin í bretska Undirhúsinum og formaður fyri Arbeiðaraflokkin, Jeremy Corbyn, finst at Donald Trump og sigur hann blanda seg upp í fólkaræði í einum øðrum landi.

Hvørki Jeremy Corbin ella formenninir í Liberal-demokratiska flokkinum og Skotska tjóðskaparflokkinum SNP ætla sær til døgurðan hjá bretsku drotningini fyri amerikanska forsetanum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342