Heimafriður: Raðfesta fugl hægri enn fólk

Heimafriður: Raðfesta fugl hægri enn fólk
Fuglur verður raðfestur hægri enn fólk. tað halda tey í felagnum Heimafriður
Trina Eysturoy, forkvinna í felagnum Heimafriður
 
31.05.2019 - 07:40


Nýstovnaða felagið Heimafriður finst hvassliga at Umhvørvisstovuni. Í tíðindaskrivi til miðlarnar skrivar felagið, at Umhvørvisstovan raðfestir fugl hægri enn menniskju. Orsøkin til ónøgdina hjá felagnum, sum arbeiðir ímóti larmi, ella ljóðdálking, sum tað eisini verður rópt, er at skip í kunngerð frá 2017, ikki mugu larma nærhendis fuglabjørgum á teimum støðum í Føroyum, sum eru ramsar øki. Samstundis er ein eingin kunngerð, sum verjir fólk móti larmi frá skipum. 

 

Tragikomiskt

Felagið skrivar: "Fyri fólk, sum noyðast at liva við ótolandi larmi frá skipum, kenst tað tragikomiskt, at ein kunngerð er, sum verjir fugl frá skipalarmi. Politiskt hevur mann samtykt at verja fugl, meðan tað vísir seg ikki at bera til at seta eina kungerð í gildi, sum verjir fólk.

Felagið Heimafriður undrast á, hvussu tað kann bera til, at ein kunngerð, sum verjir fólk í Føroyum ímóti larmi frá skipum, ikki er sett í gildi. Felagið heitir tí á Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu við umhvørvismálum, um at seta í gildi kunngerð, sum skal verja fólk í bústaðarøkjum ímóti óljóði frá havnaløgum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Andaktin
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066