- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stóð væl til fíggjarliga í 2018
Stóð væl til fíggjarliga í 2018
Inntøkurnar og avlopið hjá Nes kommunu vóru størri enn mett

29.05.2019 - 15:55
Væl stóð til fíggjarliga í Nes kommunu í fjør. Inntøkurnar hjá kommununi og avlopið vóru størri enn mett.
Og útreiðslurnar til rakstur og íløgur vóru minni enn roknað varð við í fíggjarætlanini fyri 2018. Bygdarráðið hevur samtykt roknskapin hjá Nes kommunu fyri 2018.
Nettoskattainntøkan hjá kommununi er 55 og eina hálva millión krónur, sum er nógv meira enn roknað varð við í fíggjarætlanini.
Avlopið hjá Nes kommunu var 3,4 milliónir krónur størri enn mett. Eisini íløgurnar kostaðu minni í fjør enn mett, 2,8 milliónir krónur minni.
Við árslok 2018 var nettoskuldin hjá Nes kommunu 21,4 milliónir krónur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV