Grind í Havn

Grind í Havn
Bátar eru hjá grindini, sum í løtuni er uttan fyri molan
 
29.05.2019 - 09:32

Ætlanin er at reka grindina inn í Sandágerð. Springarar eru eisini uppií, sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður.

Finnbogi Midjord, sýslumaður, segði í samrøðu í útvarpstíðindunum klokkan 10, at drápið í Sandágerði tá var byrjað.

Mett at vera 150 hvalir

Grindin varð sædd í Nólsoyarfirði um 9-tíðina, og grindin varð hildin at vera stór. Springararanir, sum vóru í bólkinum, vóru riknir úr bólkinum.

 Eg tosaði við ein grindaformann, sum metti grindina at vera umleið 150 hvalir. Nógv fólk og bátar eru við í drápinum, sigur Finnbogi Midjord við útvarpið.

Finnbogi Midjord roknar við, at springarnir, sum vóru í bólkinum, verða riknir inn á Skálafjørðin, her teir verða dripnir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
191037
Hósdag 24. apríl
Morgunlestur hósdagur 24.apríl 2025
190970
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946