Fundur um Hoyvíkssáttmálan

Fundur um Hoyvíkssáttmálan
Føroyska-íslendska handilskamarið og íslendska Uttanríkismálaráðið hava fund um Hoyvíkssáttmálan í Reykjavík í morgun
 
27.05.2019 - 08:32

Fundurin er almennur. Íslendski konsulurin í Føroyum verður við á fundinum, og hann tekur samanum støðuna, sum hon er nú. Tað gera umboð hjá Uttanríkisráðnum eisini.

Føroyar hava sagt upp Hoyvíkssáttmálan, og hann fer úr gildi á nýggjárinum.Orsøkin er lógin um sjófeingi og íslendskur ognarlutur í føroyskum fiskiskipum.

Rættindi og tænastur, sum eru fingin sambært sáttmálanum, eru tó galdandi í fimm ár afturat í minsta lagi. Í Føroyska-íslendska handilskamarinum eru vinnulívsfólk í Føroyum og í Íslandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151