Seks vilja selja Posta

Seks vilja selja Posta
Uttanríkis- og Vinnumálaráðið fekk seks tilboð í sambandi við ráðgeving, nú P/F Postverk Føroya skal seljast
Posta skal seljast og um eina viku verður greitt, hvør skal hjálpa landsstýrinum at selja
 
07.05.2019 - 13:15

Flestu tilboðini eru úr Føroyum. Evsta mark at koma við tilboði var í gjár. Tilboðini verða latin upp í dag, og vinnarin verður kunngjørdur um eina viku.

Løgtingið samtykti stutt fyri jól í fjør at loyva landsstýrismanninum í uttanríkis- og vinnumálum at selja partapeningin í P/f Postverki Føroya. 

Ráðgevi skal standa fyri søluni

Í sambandi við søluna hevur Uttanríkis- og Vinnumálaráðið brúk fyri ráðgeva at standa fyri søluni.

Søluráðgevin skal í samstarvi við Uttanríkis- og Vinnumálaráðið fyrireika og standa fyri tilgongdini at selja Postverkið.

Tilboðini eru vektað soleiðis, at kostnaðurin er helvtin, og hin helvtin er tilgongd, førleikar og annað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946