Koda-grunnurin læt 160.000 til konsertferðir

Koda-grunnurin læt 160.000 til konsertferðir
Tveir triðingar av tí, sum Koda Føroyar Grunnurin læt í fjør, endaði sum stuðul til konsertir og festivalar
 
28.04.2019 - 09:21

Koda Føroyar Grunnurin fær í hvørjum ári 10 prosent av tí, sum Koda krevur úr Føroyum á hvørjum ári.

Felagið, sum umsitur rættindini hjá føroyskum tónasmiðjum, setti í fjør góðar 413.000 krónur í Føroya Grunnin at lata víðari til ymisk tónlistarlig endamál í Føroyum.

25 konsertir í Føroyum og uttanlands fingu íalt góðar 160.000 krónur í stuðli.

27 tónleikarar fingu 60.000

Fýra festivalar fingu 105.000 krónur í stuðli - harav Summartónar fingu meira enn helvtina. 60.000 krónur. Hinir tríggir festivalarnir, Fólkatónleikastevnan, G! Festivalurin og Vetrarjazzur fingu 15.000 krónur hvør.

Koda-Føroyar grunnurin lat eisini góðar 83.000 krónur í stuðul til 17 ymisk bíløg tónleikaverk.

27 tónleikarar fingu eisini íalt 60.000 krónur í stuðli til útgávur av fløgum og stakløgu. Og at enda vórðu 5000 krónur latnar fyri eitt skeið í kompositión.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. februar
Góðan morgun Føroyar
187295
Týsdag 4. februar
Morgunlestur týsdagur 4.februar 2025
186653
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109