- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri enn 950 fólk handtikin á mótmælistiltaki
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/greta_0.jpg?itok=KU6qRWBP)
Fleiri enn 950 fólk eru handtikin seinastu dagarnar, meðan umhvørvismótmæli hava verið í London, og 40 av teimum handtiknu eru ákærd fyri eitt hvørt. Tað skrivar BBC.
Í gjár helt 16 ára gamla Greta Thunberg røðu í Marble Arch, har túsundtals fólk vóru savnað. Svenska Greta Thunberg er heimskend sum umhvørvisaktivistur, og hon hevur skapt eina altjóða rørslu fyri at basa veðurlagsbroytingum.
Eggja fólki til at halda fram við mótmælunum
Síðani felagsskapurin Extinction Rebellion byrjaði í fjør hava limir millum annað stongt brýr í London, stoytt fleiri spannir av falskum blóði uttanfyri Downing Street, latið seg úr klæðunum í bretska løgtinginum og blokerað BBC.
Greta Thunberg steðgaði í London tveir dagar, og fólk kring allan heimin hava fylgt við ferðini á sosialum miðlum. Í røðuni segði hon millum annað, at politikkarar og fólk við valdi eru sloppin avstað við einki at gera fyri at basa veðurlagskreppuni alt ov leingi. Hon eggjaði eisini fólki til at halda á fram við umhvørvismótmælum, tí tey gera ein mun.
36 ára gamla Cressida Dick, sum er løgreglustjóri í Met Police í London, sigur seg ikki hava upplivað so nógvar handtøkur í einum fyrr. Met Police fekk hjálp frá øðrum løgregluliðum í Onglandi, millum annað City of London Police, og so vóru eisini løgreglufólk úr Kent, Sussex, Essex, Hampshire og Manchester komin til London.