Enn ein spreinging í Sri Lanka í dag

Enn ein spreinging í Sri Lanka í dag
Enn ein spreinging var í dag í høvuðsstaðnum í Sri Lanka, Colombo, tá ið løgreglan royndi at taka sundur eina bumbu í einum parkeraðum bili
 
22.04.2019 - 15:34

Spreingingin í Sri Lanka í dag hendi tætt við eina av teimum trimum kirkjunum, sum vóru fyri álopi í gjár. Løgreglufólk royndu at taka sundur bumbuna, tá ið hon brast. Tað skrivar Independent.

Enn er ikki vist, um nakar er komin til skaða í dag, ella hvussu stór spreingingin var. Myndugleikarnir hava eisini funnið 87 spreingiperlur tætt við eina bussstøð. 

Tað er eftir øllum at døma víðgongdi muslimski felagsskapurin, National Towheed Jamaath, sum hevur verið staðið fyri yvirgangsatsóknunum.

Hava lýst neyðstøðu

Tað er ein lokalur felagsskapur, men myndugleikarnir í Sri Lanka eru sannførdir um, at National Towheed Jamaath hevur fingið stuðul frá einum altjóða netverki.

Forsetin í Sri Lanka hevur lýst neyðstøðu í landinum, sum byrjar á midnátt í kvøld. Neyðstøðan hevur millum annað við sær, at løgreglan og hervaldið kunnu handtaka og avhoyra fólk uttan rættarúrskurð.

Eisini er útgongubann á Sri Lanka eftir klokkan 20:00 í kvøld, sambært Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342