Yvirgangsatsókn á Sri Lanka

Yvirgangsatsókn á Sri Lanka
Ein yvirgangatsókn rakti Sri Lanka í morgun, og sambært seinastu tíðindunum hava 156 fólk latið lív í atsóknini og eini 400 fólk eru komin til skaða
Sambært seinastu tíðindunum hava 156 fólk latið lív í einari atsókn á Sri Lanka í morgun og eini 400 fólk eru komin til skaða
Mynd: Mynd: BBC  
 
21.04.2019 - 10:53

Talan var um seks bumbuatsóknir, sum raktu tríggjar katólskar kirkjur og trý hotell. Bumburnar brustu undir páskagudstænastunum har nógv fólk vóru komin saman. Býirnir, sum eru raktir, eru høvuðsstaðurin Colombo, Negombo og Batticaloa.

Millum tey, sum hava latið lív, eru 35 útlendingar, men enn er einki sum bendir á, at nakrir norðurlendingar eru millum tey, sum hava latið lív.

Myndugleikarnir høvdu ávarað

Enn hevur eingin tikið ábyrgdina av yvirgangsatsóknini á Sri Lanka í morgun, men nógv bendir á, at talan er um víðgongdar muslimar.

Fyri eini viku síðan sendi løgregluovastin á Sri Lanka eina ávaring um, at ætlanir vóru um fleiri yvirgangsatsóknir, ið skuldu raka kirkjur í landinum, og at muslimski yvirgangsfelagsskapurin NTJ stóð aftanfyri.

Dagføring: Danska uttanríkisráðið boðar frá, at møguliga eru danir millum tey raktu av yvirgangatsóknini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342