Gomul tól á Landssjúkrahúsinum

Gomul tól á Landssjúkrahúsinum
 
21.04.2019 - 14:38

Stór útskiting av tólum eigur at fara fram á G-bygninginum á Landssjúkrahúsinum.

Tað stendur í skrivið til Heilsu- og innlendismálaráðið frá Landssjúkrahúsinum, í sambandi við umbønini um eykajáttan, sum kemur fyri tingið í næstu viku.

Tørvur er á umleið 10 milliónum krónum næstu trý árini at skifta tað, sum er mest átrokandi, sigur Margit Stórá, virkandi stjóri á Landssjúkrahúsinum.
 
Talan er er um lutir og tól, sum er komin til "End of Life", sum tey kalla tað. Tað er eisini torført at fáa eykalutir og umvælingar til tólini, tí tey eru somikið gomul.

Landssjúkrahúsið skrivar, at "verða tey ikki skift so hvørt, er tað akutt tá tey ganga fyri".

Samanlangt eigur Landsjúkrahúsið leysafæ fyri meir enn 200 milliónir krónur.

Enn er ógreitt um peningur verður játtaður í eykajáttan til viðlíkahald og útskifting av tólum.

Ein eykajáttan til Landssjúkrahúsið er farin í løgtingið, har biði verður um 14 milliónir krónur til Landssjúkrahúsið. Tær 14 milliónir eru fyri at kunna varðveita verandi virksemi á Landssjúkrahúsinum.

Fyrsta viðgerð av eykajáttanini verður mikudagin í næstu viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949