- Tíðindi, mentan og ítróttur
Forsetaval er í Ukreina
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/petro_poroshenko_petro_poresjenko.jpg?itok=m5rpqMX2)
Ukreinar kunnu velja millum sitandi forsetan Petro Poroshenko ella nýggja valevni, sjónvarpsmannin Volodymyr Zelensky.
Zelensky er betri umtóktur og er eisini frammanfyri Poroshenko í meiningarkanningum. Hann vann eisini fyrsta umfar, tá veljast skuldi millum 39 valevnir, harav tvey komu víðari til endaliga valumfarið, sum er í dag.
Forsetin í Ukreina situr í fimm ár og hevur umfatandi heimildir inn trygdar- og verjupolitikk og uttanríkispolitikk.
Petro Poroshenko er forseti í løtuni. Seinastu árini hevur hann roynt at flutt Ukreina fram ímóti NATO og ES limaskapi. Tað er eitt eymt mál í Ukreina, har stórur partur av fólkinum heldur vil verða nærri at Russlandi.
Poroshenko kann tó koma í trupulleikar av ímyndini, ið Ukreinar hava av sínum politikkarum. Í fleiri ár hevur mutur verið ein stórur trupulleiki í politisku skipanini í Ukreina. Fleiri veljarar hava eisini fýlst á, at politiska skipanin meir ella minnið er í lummanum hjá ríkum oligarkum.
Poroshenko sjálvur er milliardingur, við íløgum í fleiri greinum av ukreinskum vinnulívi.
Valhølini lata aftur kl. 17 í kvøld.
Viðurskiftini í Ukreina hava verið óstøðug í nógv ár. Síðan landið gjørdist sjálvstøðugt í 1991, hevur tað politiskt skift kós millum at dragast nærri at Evropa og Russlandi.
Eftir at Russlands-sinnaði forsetin, Viktor Yanukovych varð koyrdur frá í 2014, hertók Russland Krim-hálvoynna í suður Ukreina og russar eru eisini farnir inn í økir í eystur Ukreina, har samanbrestir millum russar og ukreinar til tíðir hava stungið seg upp.
Ukreina er eitt av størstu londum í Evropa. Tað búgva 45 milliónir fólk í Ukreina.