- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tveir mans handtiknir fyri dráp
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/lyra_mckee.jpg?itok=VA8WYFNf)
Løgreglan í Norðurírlandi hevur handtikið tveir ungar menn í sambandi við drápið á journalistin Lyra McKee, hóskvøldið, upplýsir løgreglan sambært BBC og Reuters tíðindastovuni í dag.
29 ára gamli journalisturin varð rakt av einum skoti í Londonderry, eftir at ófriður brast á í gøtunum í býnum seint hóskvøldið.
Tveir menn handtiknir
Løgreglan heldur, at ein bólkur, sum kallar seg The New IRA, stendur aftanfyri ófriðin hóskvøldið. Handtiknu menninir eru 18 og 19 ára gamlir.
Teir hava tilknýti til bólkin, sum er sprottin úr gamla yvirgangsfelagsskapinum IRA, og sum í fleiri førum hevur fingið gamlar ósemjur at kykna upp aftur seinastu árini.
Menninir eru ákærdir eftir lóg um yvirgang, sigur løgreglan. Lyra McKee varð koyrd á sjúkrahúsið, men doyði av løstunum. Tað var helst ikki tilætlað, at hon var rakt, heldur løgreglan.