- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stjórnarráð: Mueller-frágreiðing kunngjørd í dag
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/william_barr.jpeg?itok=qKPgGxDJ)
Russland-frágreiðingin frá serliga ákæranum, Robert Mueller, verður eftir ætlanini kunngjørd í dag, upplýsir amerikanska løgmálaráðið, sambært tíðindastovuni Ritzau.
Samanskrivaða frágreiðingin skuldi eftir ætlanini sendast Kongressini í dag, og eisini kunngerast fyri almenninginum í USA, sigur Kerri Kupec, talskvinna hjá løgmálaráðnum.
Frágreiðingin 400 síður
Fyrrverandi FBI-ovastin, Robert Mueller, varð í farna mánað liðugur við frágreiðingina, sum til samans er umleið 400 síður til longdar.
Frágreiðingin varð tá handað nýútnevnda løgmálaráðharranum, William Barr, ið síðani sendi út ein fýra síður langan samandrátt.
Frágreiðingin fríkendi Donald Trump og hansara stuðlar í at samstarva við Russland um at ávirka valúrslitið til egnan fyrimun á forsetavalinum í 2016.
Taka ikki støðu til ákæru
Tað kom fram tá, at Robert Mueller ikki vildi taka støðu til, um ákæra skal reisast móti Donald Trump fyri at royna at forða kanningararbeiðinum.
Ta niðurstøðuna komu amerikanski løgmálaráðharrin, William Barr, og varamaður hansara, Rod Rosenstein til tá.
Tá gingu bara fýra dagar frá Mueller og hansara fólk komu við frágreiðingini til løgmálaráðharrin kom við sínum samandrátti av frágreiðingini.
Nógvir demokratar gjørdust bilsnir
Nógvir demokratar vórðu bilsnir um, at løgmálaráðharrin, Barr, eftir so stuttari tíð kundi koma við teirri niðurstøðuni, at forsetin og fólk hansara einki skeivt høvdu gjørt.
Demokratarnir halda, at løgmálaráðharrin, William Barr, skundaði sær til eina niðurstøðu, sum var til fyrimunar fyri amerikanska forsetan, Donald Trump.
Seinastu vikurnar hevur eitt toymi í løgmálaráðnum gjøgnumgingið frágreiðingina hjá Mueller, fyri at strika útyvir upplýsingar, sum kunnu metast at vera ov viðkvæmar fyri almenningin.