- Tíðindi, mentan og ítróttur
Minst 29 fólk deyð í bussvanlukku
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/bussvanlukka-madeira-17042019_-_ap.png?itok=XXHBBA0E)
Minst 29 fólk eru deyð í eini bussvanlukku á portigisisku feriuoynni, Madeira, í gjárkvøldið, skriva tíðindastovurnar hjá Ritzau og Reuters.
Øll tey deyðu í bussvanlukkuni eru týsk ferðafólk, sigur lokali borgarastjórin við tíðindastovurnar. Sambært borgarastjóranum eru øll tey deyðu úr Týsklandi, men tað er ikki óhugsandi, at onnur eisini eru deyð í bussvanlukkuni.
Eingin fráboðan um danir
Portugisiski forsetin, Marcelo Rebelo de Sousa, sigur hinvegin sambært portugisiska miðlinum, SIC Notícas, at millum tey deyðu eru eisini fólk úr Portugal, men at tey flestu eru úr Týsklandi.
Týska sendistovan upplýsir sambært tíðindastovuni, AFP, at týskarar eru millum tey deyðu, men sendistovan upplýsir ikki, hvussu nógv fólk talan er um.
Danska uttanríkisráðið boðaði seint í gjárkvøldið frá, at ráðið ikki hevði fingið fráboðan um, at donsk ferðafólk høvdu verið við í vanlukkubussinum.
Gott veður, har vanlukkan hendi
Bussurin fór eftir øllum at døma út av vegnum í brattlendi, eystan fyri Funchal, høvuðstaðin í landspartinum Madeira, sigur lokali borgarastjórin.
Fólk á staðnum siga, at veðrið var gott, tá bussvanlukkan hendi tíðliga í gjárkvøldið. Myndugleikarnir kanna nú, hví bussvanlukkan hendi.
Lokalu myndugleikarnir upplýsa sambært týsku heimasíðuni hjá Bild, at tað vóru 17 menn og 11 kvinnur, sum doyðu í bussvanlukkuni í gjárkvøldið.